Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2025 09:52

Kommunustýrisfundur í Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna


Mánadagin 24. nov. verður kommunustýrisfundur, kl. 17:00

Mál nr.: 542-11-2025, umsókn um frávik í byggisamtykt  
Reist av: Mekon 
Málslýsing: Fyri at gera bygningin so væl sum gjørligt so tað ikki skemmar, verður søkt um frávik í byggisamtyktini til bygningin á matr. 79bt (íbúðarbygningurin niðan fyri vegin), soleiðis, at byggjast kann nærri koyrivegi á norðaru síðu.

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 541-12-2025, broyta byggisamtykt til deiling av sethúsum millum hæddir.
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Í almennu byggisamtyktini  §3, stk 1., punkt b, stendur:  “Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari”.

Hendan orðingin gevur avbjóðingar fyri tey, sum ynskja at deila hæddir á sethúsum í tveir matriklar.

Uppskot er tí um at broyta tekstin til niðanfyristandandi:

 ” § 3. Stk 1, punkt b “Treyt fyri sundurbýti av matriklum í tveir ella fleiri matriklar til íbúðarlíknandi bygging, er, at hesir verða skipaðir í eigarafelag til umsiting av felagsatlitlum s.s. uttandura viðlíkahaldi og skilhaldi, og at vera eigarana umboð viðvíkjandi hesum atlitum mótvegis viðkomandi mynduleikum. Viðtøkur eigarfelagsins skulu fyriliggja góðkendar av byggimyndugleikanum áðrenn byggiloyvi kann útskrivast.”

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum til broyting í byggisamtyktini. Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vinnu- og havnanevndin mælir til at gera umhvørvisflokkingar fyri flokkarnar 1,2,3 á vinnuøkinum Innan Glyvur. 

Nevndin mælir eisini til, at søla av vinnuøkjum verður framd eftir tilmæli frá avvarandi nevnd og samtykt í kommunustýrinum.

Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 328-4-2022, Ítróttarhøll
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Velja bygginevnd til ítróttarhøllina

Mál nr.: 211-3-2025, eykajáttanir/reguleringar á fíggjarætlan 2025
Reist av: Sjovar kommunu 
Málslýsing: Reguleringar á fíggjarætlanini fyri 2025.

Mál nr.: 211-2-2025, fíggjarætlan 2026
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarætlan 2026. Onnur viðgerð.