Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.06.2025 17:57

Kommunustýrisfundur í Sjóvar kommunu 19. juni

Sjóvar kommuna

Kommunustýrisfundur  19.06.2025, kl. 17:00
 

Mál nr.: 321-1-2024, net til sparkivøllin í skúlanum
Reist av: Næmingaráðnum í Stranda skúla 
Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøllin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá M&F. Meirkostnaðurin kann bókast á RS-413, íløga. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: 546-1-2019, vinnuøki og bryggja á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Loyvið er givið til at vippa grót á sjógv. V&H mælir til at grótið sum liggur á Hulki og í grótbrotinum verður lagt út á sjógv, og at tryggja tað sum er, og verður lagt. V&H nevndin mælir til at játtað 500 tkr. til hetta arbeiðið.

Mettur kostnaður at leggja grótið út á sjógv, og at tryggja økið, er uml kr 500.000. Fíggjarnevndin mælir til at taka peningin av RS-611, grønar orkuloysnir.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá V&H at játtað 500 tkr. á RS-751. Lagt fyri kommunustýri 
 

Mál nr.: 542-9-2025: Umsókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Tummas Johannesen 
Málslýsing: Tummas Johannesen hevur søkt um eitt frávik í byggisamtyktini. Umsóknin hevur verið til viðgerðar hjá Jákup Paula Johannesen arkitekti. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá ráðgeva og játta umsóknini um frávik. Lagt fyri kommunustýrið.
 
Mál nr.: Grótbrotið vestanfyri (ikki mál)
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Grótbrotið fyllist meira og meira.
Avbjóðingin nú er, at alt ov nógv mold er inni, og fjalir grótið sum liggur har.
Vinnu- og havnanevndin mælir til at grótið verður koyrt inn á Hulk og at játtaðar verða 500 tkr. til at koyra gótið inn á Hulk. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá vinnu- og havnanevndini at játta 500 tkr. á RS-751. Nevndin mælir til at taka peningin av RS-611, grønar orkuloysnir. Lagt fyri kommunustýri.