Sjóvar kommuna
Kommunustýrisfundur 28.08.2025, klokkan 17:00
Mál nr.: 211-3-2025, eykajáttanir 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð.
RS-412, skúlin, rakstur, tkr. 400 – umvæling av skúlastovum o.a.
RS-130, kommunuskrivstovan, rakstur, tkr. 140 – lønir, forrit til staðarnøvn, gravir o.a.
RS-170, renovatión, rakstur, tkr. 60 – bingjuplássið
Kann fíggjast av tøkum peningi.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 541-8-2025, keypa jørð til útbygging av Sjóvarlon
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Møgulig ognartøka í samband við útbyggingina.
Mál nr.: 541-7-2025, umsókn um at broyta byggisamtyktina
Reist av: Alexandur Johansen
Málslýsing: Alexandur Johansen hevur søkt um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 344 og 325 til frítíðarhús/summarhúsøki/neystaøki
Tøkni- og býarskipanarnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 541-5-2025, nýggj útstykking við Nónvarða
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nýggj útstykking skal gerast við Nónvarða. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at góðkenna tekningarnar við smávegis broytingum. Nevndin mælir til, at grundstykkini 10 og 11 verða løgd saman, og, at byggisamtyktin fyri hesi bæði stykkini verður broytt til íbúðarbygging. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 541-6-2021, busssteðgistað í Strandatúni
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Avbjóðing er við bussteðgistaðnum og avseting av skúlabørnum og ferðandi á økinum. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at mála vegin á ovaru síðu frá gøtuni niðan til skúlan, suður til Standatún 8.
Nevndin mælir til, at vegurin verður einsrættaður suðureftir.
Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr. 103-1-2025. Starvsfólkamál. Verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.