Bókaframløga
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan, leggur fram bók sína “Kommunur í eini broytingartíð“.
Vit verða fleiri eldri og færri yngri, vit verða meiri samantvinnað, vit liva saman á fjølbroyttari hættir, vit arbeiða meiri við tænastum og vitan og vit gerast meiri umhvørvistilvitað. Slík samfelagsrák hava seinastu árini broytt fortreytirnar fyri føroysku kommunurnar, men fleiri teirra hava trupult við at laga seg til nýggju tíðirnar og nýggju krøvini. Upprunaliga vóru kommunurnar við til at modernisera føroysk lokalsamfeløg, men í dag eru summar teirra við til at fasthalda tær í fortíðini.
Tiltakið verður á Fuglafjarðar bókasavn, í Støð 1, í Fuglafirði týsdagin 21 januar kl. 19.30.
Bókin verður til sølu fyri serprís og bjóða verður eisini til ein drekkamunn.