Runavíkar kommuna
Røða, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt á ráðstevnu í Kongshøll í dag.
Tað hevði borið til at leita aftur til Ádam og Evu, Heilagu skriftirnar ella til hitt forna Hellas, fyri at seta ein karm um leiklutin, sum ítróttin hevur havt fyri okkum menniskju. Kommunan er sum hugtak og virknaður eitt serstakliga ungt fyribrigdi á søgunnar slóð, tí verður karmurin hesa løtuna míni egnu sjeyti ár, við atliti til menningina í ítróttarhøpi í mun til samfelagsgongdina yvirhøvur, og sum fyriskrivað er, fari eg av góðum grundum at taka støði í egnum jørðildi.
Táið eg vaks upp í Syðrugøtu, fluttur á kjøli í babyliftu úr Marstal, vóru ongir av mannahondum skaptir karmar um ítróttina í bygdunum, undantakið var ein stoyptur og undir himni opin svimjingarhylur omanfyri gomlu skúlarnar við Gøtugjógv. Bóltur varð sparkaður í túnum ella niðri á sandinum. Fótbóltsvøllurin í Sarpigerði í Norðragøtu var ikki liðugur fyrrenn á hvítusunnu í 1965. Tá vóru vit longu flutt út á Glyvrar at búgva, og har var nýliga komin ein hondbóltsvøllur omanfyri nýggja skúlan í bygdini. Hann varð brúktur optimalt í skúlatíð, og eftir hana, fram hagartil, at skýming og myrkur kámaði fyri leikinum. Tað kom eisini fyri at onkur teigur, hóskandi jarðarlutur, varð brúktur til dystir millum bygdir. Fótbóltsvøllurin við Løkin kom ikki fyrrenn í 1972. Sama árið sum eg innlosjeraði meg á Dreingjakostdeildina í Hoydølum, og fór at spæla hondbólt við unglingunum hjá Neistanum – á liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í 1973. Eysturoyggin var annars og yvirhøvur í stóran mun ein hondbólts- og kappróðraroyggj.
Fyritreytirnar og fasilitetirnir vóru ikki til annað.
Tíðirnar vóru eisini øðrvísi. Arbeiðsdagurin var longri og strævnari, og leygardagurin misti ikki takið sum skúladagur, og við tíðini eisini sum arbeiðsdagur, fyrrenn ein herskin oljukreppa gjørdi kál á honum fyrst í sjeytiárunum. Nú broyttist alt í stórum. Táið 40 av 168 tímum í einari viku nú vóru markaðir til verkligt stríð á arbeiðsmarknaðinum, svøvnurin fór kanska avstað við 72 tímum, so vóru 56 tímar eftir – til at taka. Júst hesir vikuligu 56 tímarnir eru rættiliga avgerandi, og tað er júst her, at hin kommunali leikluturin tekur dik á seg og samfelagið av álvara broytist, tí politikarar, sum hava biðið um og fingið fólksins álit, hava skyldu til at miða eftir, hvussu fólksins fæ sum frægast verður brúkt til tess, at sunnar sálir kunnu trívast í sunnum kroppum.
Í dag búgva 4.462 borgarar í Runavíkar kommunu. Í 15 bygdum. Kommunan er í stórari menning, og fólkatalið er í stórum vøkstri og fer at vaksa, nú stórar ætlanir eru og fara at vera settar í verk, soleiðis, at roknast kann við, at fólkatalið er farið væl upp um 5 túsund um 5 ár.
Fótbóltsvøllirnir við Løkin og eisini undir Mýrihjalla á Skála gjørdust veruliga startskotið. Síðan kom hvørt eftir øðrum. Ítróttarhallir, fimleikahallir og FIFA-vøllir í smáu bygdunum. Tann seinasti lagdur undir skúlanum í Funningi – enntá við vallarljósi.
Fyri nøkrum árum síðan gjørdi kommunan av, at sleppa feløgunum undan leiguútreiðslum yvirhøvur. Hildið var ikki skilagott, at tey sum varða av feløgunum, óløntir idealistar og filantropar fyri tað nógva, skuldu brúka stóran part av sínari dýrabaru tíð til at skipa fyri inntøkugevandi átøkum – fyri at halda lunnunum undir ungdóminum í hóskiligum standi. Samstundis varð farið undir eina skipan við ítróttarstuðli, veittur eftir einum skipaðum lykli, og eitt krav í skipanini er, at eitt felag, ið søkir um stuðul, skal hava latið grannskoðaðan roknskap inn fyri leikárið frammanundan. Í 2025 játtaði Runavíkar kommuna ítróttarfeløgunum 845 túsund krónur í stuðli. Upphæddin verður á leið hin sama í 2026.
Í 2025 lat kommunan feløgum við tilsamans 2.649 limum ítróttarstuðul. Nú svimjingin er við at taka dik á seg, nærkast talið 2.800, táið endurstovnaða svimjifelagið Neptun longu hevur fingið teknaðar á leið 100 limir í hesum árinum. Tað eru 18 ymsir felagsskapir, størri og minni, sum kommunan onkursvegna samskiftir og samstarvar við, og tað grør um gangandi fót sohvørt sum møguleikar og fyritreytir víðkast og mennast, bara í ár longu hópin av virkni kring um nýggju og stásiligu svimjihøllina í Bylgjuni.
Tað eru nú gingin góð 13 ár síðan, at onkur fekk meg yvirtalaðan til at gera royndina sum kommunalpolitikari. Tað var ongantíð ætlanin, hevði slept tí gesjeftinum, og var endaður í tí rætta elementinum á maritima mótinum sum havnameistari. Mongum brestur ætlan, og nú havi eg sitið fyri endanum sum borgarstjóri í triðistørstu kommunu landsins í góð 10 ár. Hesi 13 árini hevur Runavíkar kommuna, við hugaðum býráðslimum, eini dyggari fyrisiting og virknum borgarum, gjørt íløgur fyri á leið 300 milliónir krónur í ítróttarfasilitetir. Fimleikarhøll, víðkan av ítróttarhøll, umvælingar av ítróttarhallum, nýggir graslíkisvøllir, vallarljós, sprinkling, ítróttarhús, nátthús, máltalvur, skýli og ikki minst ein framkomin svimjihøll, sum saman við allari Bylgjuni verður hitað upp við tjóðarinnar størstu jarðhitaskipan – við 30 boraðum holum í svæðinum.
Vit eiga eisini tjóðarinnar hægsta skattaprosent. Hinvegin hava vit landsins hægsta barnafrádrátt – har sum børn búgva, rímilig ansingargjøld, og so er tað hugtakið Spjaldur.
Var frítíðarkortið Spjaldur eitt skilagott hugskot?
Sum í øllum lívsins viðurskiftum eru tað helst fleiri meiningar um hetta líka. Vit vitstu, at íslendingar í Reykjavík og Kópavogi høvdu roynt skipanina við ”fristundarkorti”. Í teirra føri ein roynd at flyta ungdómin inn á eina skilabetri lívsleið. Tað hevur eydnast í stóran mun.
Tað eru ymiskir hættir at lætta um ella at umskipa fíggjarligu orkuna í samfelagnum. Skattalætti er ein háttur og ein annar, av mongum, er at stuðla undir gerandisdagin hjá barnafamiljum og teimum, sum hava trengri kor enn onkur annar. Tað er ein politisk uppgáva at tryggja, at børn og ungdómar sleppa framat tilboðunum á ítróttar, mentanar- og frítíðarøkinum í einari kommunu, – líkamikið hvørji fíggjarligu lunnindini annars eru. Sosiala og fíggjarliga støðan hjá foreldrum eigur ikki at gera mun á børnum og ungum til tess at fáa nett sama gagn av teimum aktivitetum og møguleikum, ið annars finnast í eini kommunalari eind á hesum mótum.
Vit báðir Jens Martin Knudsen samskiftu um hendan møguleikan, hann hevur verið yrkisleikari í knattspyrnu í frændatjóðini, og eftir tað var Runavíkar býráð á vitjan í Íslandi, har ið vit m.a. vitjaðu Reykjavíkar kommunu. Tá fingu vit kunning um hetta fyribrigdið, og eftir at eg í sjónvarpinum hevði sæð ein dokumentar hjá Dagmari Joensen-Næs, um einligar mammur í Havn, og tann eina, við trimum børnum, í lítlari kjallaraíbúð staðfesti, at um eitt av børnunum skuldi íðka ítrótt, so rukku hennara fíggjarligu fyritreytir ikki til at hini bæði fingu nakran møguleika í so máta. Fekk ilt fyri bróstið av sendingini, hon sveið, og tá fall avgerðin. Hetta kundi eitt vælferðarsamfelag í 2019 ikki bjóða sínum unga fólki. Býráðið tók undir við at fara undir eina roynd á hesum mótinum, og eftir at hava samskift við Reykjavíkar kommunu um málið, fingu vit serfrøðingin á økinum, Jóhonnu Garðarsdóttir, í heimsókn at hjálpa okkum við at fáa eina skipan í lag. Hetta var í november 2019, og longu 1. januar í 2020 fór skipanin úr barkastokki. Nógvar tøkniligar tillagingar eru gjørdar síðan, og nú er skipanin í stóran mun sjálvvirkandi.
Skipanin er galdandi fyri øll í aldrinum frá 0-18 ár. 3 túsund krónur eru settar av til hvørt av hesum árliga, og fæið er krøkt í børn og ungdómar soleiðis, at bert hesi kunnu brúka peningin, foreldrini sleppa ikki framat fænum, hetta fyri at tryggja øllum atgongd til teir møguleikarnar, sum eru í kommununi.
Tað vóru 1208 børn og ung í Runavíkar kommunu í 2025. 2 milliónir vóru settar av til endamálið, og av hesum vórðu brúktar slakar 1,4 milliónir krónur í farna ári. Nýtslan er vaksandi, og eftir tilvenjing er væntandi, at øll upphæddin verður brúkt sum frálíður. Nú eru ongar rannsóknir gjørdar hesum viðvíkjandi, men á fólkamunni hoyri eg ikki annað enn rósandi orð um skipanina.
Ein politisk skipan, sum ein kommuna eisini er, er sett í verðina til at skipa eitt so virðismikið samfelag fyri sínar borgarar sum til ber, við tí fæi sum nú einaferð er tøkt. Og eftir at omanfyrinevndu upphæddir nú eru brúktar á ítróttarmótinum, havi eg mangan spurt meg sjálvan: Hvussu hevði alternativið verið ella sæð út?
Tað er ikki til at siga, men tað hevði undir øllum umstøðum verið øðrvísið. Og nærliggjandi er at spyrja, hvat ið hasir 56 tímarnir um vikuna annars høvdu verið nýttir til hjá hvørjum einstøkum? Ivaleyst til okkurt minni mennandi enn ítrótt ella viðkomandi heilsufremjandi áhugamál. Í sama viðfangi eigi eg tann heiður at vera stýrisformaður í Roðanum, sum er eldraøkið við Skálafjørðin, og har skipa vit tvær ferðir um vikuna, í Runavík og á Skála, fyri fimleikaløtum fyri borgarar okkara frá 67 til 100 ára aldur, og har hava vit staðfest, at hesi eru væl betri fyri kropsliga, og helst eisini sálarliga av sosiala felagsskapinum, enn tey vóru frammanundan.
Tað ræður bara um at liggja á takinum stútt og støðugt. Í løtuni gera vit okkum búgvin til at taka ímóti pørtum av Oyggjaleikunum í 2027, ein ítróttarhøll er teknað inn í nýggju skúlaætlanina á Glyvrum og so hevði tað verið ynskiligt, at fótbóltsleikarar okkara høvdu betri atstøður til venjingar undir taki, serliga í vetrarhálvuni. Tað mesta av tí sum vit droyma um kemur einaferð – fyrr ella seinri. Um ikki í dag – so í morgin. Seta vit okkum mál, so vera tey einaferð rokkin. Uttan mál og mið er status quo hin beiski veruleikin, og vit vera við vissu yvirhálað av øðrum – sokkin í mýrulendi.
Táið fasiliteturin stendur uppi, tykist alt so sjálvsagt, og ongin spyr hvør ið kostnaðurin var. Men vit kunnu staðfesta, at bara hesi árini, síðan eg og aðrir saman við mær sparkaðu bólt í Gróðartúni og á onkrum jarðarteigi á Glyvrum og bygdunum um tær leiðir, eru Føroyar vorðnar einar aðrar enn tær vóru – bara í mínum stutta lívi. Tað sæst nú aftur á leikvøllum kring um allan heimin. Ikki minst er hetta øllum teimum fyri at takka, sum dagliga – ólønt – leggja lív og sál í at fáa felagsskapin at fungera hjá okkara ungdómum, sum soleiðis vera betri fyri at taka yvir og menna hesa vælsignaðu tjóð uppaftur meiri.
Ein kommuna skal ikki aktivera sínar borgarar, hennara lutur er at skipa undirstøðuna – dagliga virknaðinum mega og skulu hugaðir borgarar skipa fyri. Samfelagið veksur úr svørðinum og uppeftir, ikki úr erva og niðureftir, skuldi tað verið – doyði samfelagið. Pulsurin í einum samfelag hvílir á engagementinum hjá hvørjum einstakum borgara og ikki á einum lívleysum kommunukassa. Tað er og fer at vera fyritreytin fyri allari menning nú og í allari framtíð.
Takk fyri høvi. Mátti byrurin verið okkum blíður.
