Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2025 13:56

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frídømt í máli um arbeiðstíð

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Fasti Gerðarrættur segði tann 19. mai 2025 úrskurð í máli, sum Heilsuhjálparafelagið í mai 2023 reisti móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Heilsuhjálparafelagið kravdi, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skuldi viðurkenna, at tað er brot á sáttmálan partanna millum, tá ið arbeiðstíðin hjá heilsu- og heimahjálparum á arbeiðsætlanini er annað enn 8 tímar um dagin, uttan so, at avtala um frávik er gjørd við felagið frammanundan.

Málskravið hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum varð frídøming.

Málið er um § 4 stk. 2 í sáttmálanum partanna millum, ið er soljóðandi:

“Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað. Partarnir eru samdir um, at arbeiðið skal skipast uttan brot í arbeiðstíðini, har tað letur seg gera …”

Í avgerðini hevur Fasti Gerðarrættur m.a. lagt dent á, at hóast ásetingina um 8 tímar arbeiðsdag, er tað ein sannroynd, at heilsu- og heimahjálparar leingi hava arbeitt og enn arbeiða dagar, ið eru styttri enn 8 tímar.

Onki stendur í sáttmálanum um, at frávik einans kann gerast við avtalu við Heilsuhjálparafelagið.

Niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrætti er, at tað ikki er grundarlag fyri at halda:

– at orðingin um 8 tímar regluna skal skiljast so bókstavliga, sum Heilsuhjálparafelagið krevur tað

– at frávík einans kann gerast við avtalu við Heilsuhjálparafelagið

Tað er nú púra greitt, at arbeiðsgevarar IKKI bróta sáttmálan partanna millum (§ 4 stk. 2), um arbeiðstíðin hjá heilsu- og heimahjálparum á arbeiðsætlan er annað enn 8 tímar um dagin – eisini hóast frávik ikki er avtalað millum arbeiðsgevaran og Heilsuhjálparafelagið.

Heilsuhjálparafelagið fær tí ikki viðhald í sínum uppáhaldi um, at heilsu- og heimahjálparar bert kunnu arbeiða 8 tímar daglongdir – og at allar avtalur um styttri daglongdir skulu frammanundan avtalast við Heilsuhjálparafelagið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er frídømt.

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Per Martin Gregersen, formaður