Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.08.2025 13:49

Komandi venjaraskeið hjá HSF

Hondbóltssamband Føroya

Í heyst/vetur fer HSF aftur at skipa fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 1. oktober 2025, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Tíðarætlan

Online
Evni: Venjaraleikluturin og venjingarumhvørvið

1. oktober 2024, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Hvussu skapa vit eitt gott umhvørvi

5. november 2024, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Hvussu skipa vit eina góða barnavenjing

10. december 2024, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Luttakarar hava ábyrgdina av venjing

Ongin próvtøka er á skeiðinum, men krav er um 100% uppmøting fyri at fáa prógv.

Í mestalagi 35 luttakarar kunna luttaka á skeiðinum.

Aldursmark: 16 ár

Kostnaður: 495,00 kr.
Tilmeldingarfreist: 21. september 2025, ella tá skeiðið er fullteknað.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/aeV39Yz0jU.

Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum fór HSF í fjør undir at skipa eina føroyska venjaraútbúgving, ið er góðkend sambært krøvini hjá evropeisku  hondbóltssamgonguni, EHF.

Stórur áhugi var fyri venjaraútbúgvingini og fleiri enn hálvt hundrað luttakarar fóru undir stig 1.1 í fjør, ið er fyrsta stig á venjaraútbúgvingini, har endamálið er at geva luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi har børnini trívast og mennast.

Í næstum kemur innbjóðing til stig 2 av venjaraútbúgvingini.