Sunda kommuna
Sunda kommuna er farin undir at hava árligar borgarafundir runt í øllum bygdunum.
Væl vitjaðir borgarafundir hava verið í Haldórsvík, Saksun og við Norðskála við nógvum ymiskum rísi og rósi.
Niðanfyri eru dagfestingar og stað yvir borgarafundir í teimum bygdunum, ið eru eftir og verða hildnir komandi mánaðin. Allir fundirnir verða kl. 19:30.
20/05: Eydnan, Oyrarbakki
21/05: Bygdarhúsið, Gjógv
03/06: Gamli skúli, Oyri
04/06: Bygdarhúsið, Tjørnuvík
11/06: Skúlin, Langasandur
17/06: Bygdarhúsið, Hósvík
18/06: Við Margáir, Streymnes og Hvalvík