Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.07.2025 13:06

Kom oman á Vaglið kl. 17.00!

Hondbóltssamband Føroya

Í dag, týsdagin 1. juli klokkan 17.00, skipa Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku á Vaglinum fyri U21-landsliðnum í hondbólti.

Havnar Hornorkestur spælir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, halda røður, og umboð fyri Hondbóltssambandið og umboð fyri liðið bera heilsanir fram.

Eftir hetta kunnu børn fáa plakatir og autografar frá U21-spælarunum, sum sunnudagin vunnu Føroyum bronsu í HM-kappingini í Póllandi.