Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.08.2022 12:06

Kom og spæl badminton – Badmintonfelagið ÍF

Nú byrjar badminton aftur og tilmeldingin verður mikudagin 31. august kl. 17-18 í høllini á Kambsdali.

Øll frá 0. flokki og eldri eru vælkomin.

Kostnaðurin er kr. 600.

Systkinaavsláttur er á kr. 50.

Motiónsbadminton er kr. 400.

ÍF-Badminton blusa er við í prísinum.

Í sambandi við tilmeldingina verður møguleiki at passa blusur, og at royna seg á badmintonbanunum.

Venjingartíðirnar verða tær somu sum í fjør, tó kunnu broytingar koma.

Vit royna eisini at fáa fleiri tímar í vetur.

Venjingin byrjar týsdagin 6. septembur.

Samband

if.ketsja@gmail.com