Víkingur skrivar:
Í sambandi við steypafinaluna 2026 verður skipað fyri hugnaligum tiltaki mikukvøldið 2. september klokkan 17.00.
Á skránni verður millum annað møguleiki at líma fløgg, gera víkingahattar og tekna fínar víkingatekningar. Eisini ber til at ogna sær eina nýggja Víkinga t-shirt.
Harumframt verður bjóðað toast, saft, kaffi og kaka.
Kom við og ver við til at skapa góðan steypahýr saman við øðrum Víkingum!
