Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2025 11:02

Køkurin á Eldrasambýlinum Vesturstovu útbygdur

Nánd

Fuglafjarðar kommuna hevur útbygd og nýtímansgjørt køkin á Eldrasambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði. Køkurin verður tikin í nýtslu seinri í mai mánaði og í hesum sambandi verður størsti parturin av køksvirkseminum hjá Nánd savnað í køkinum á Vesturstovu, har flestu máltíðir hjá teimum trimum eldrasambýlunum, dagtilhaldinum og fleiri heimabúgvandi borgarum fara at verða framleiddar.

Hetta fer at geva betri arbeiðsumstøður umframt møguleika fyri læruplássum í framtíðini.

Nánd gleðist um betraðu umstøðurnar og vit eru spent at fara í gongd.