Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.07.2025 20:37

Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum

Tórbjørn Jacobsen (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Lesarabræv

Nógvar milliardir krónur fóru á rull eftir talvborðinum hjá løgmanni í dag. Tær vera uppaftur fleiri í morgin. Serliga á samferðsluøkinum. Onkur segði mær, at møguligar flytingar í talvleiki eru 10 í 43´inda potensi. So ørandi nógvar, at tað loysir seg nevyan at skriva talið í fullari longd. Vit, sum sita uttanvert radiatorarnar á Tinghúsvegnum, kendu bara suðið undir veingjunum so hvørt sum tað spolaði uppá undirstøðuhespuna í ovaru loftløgunum.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum er ikki sloppin uppá tjóðarinnar evsta pall enn, í orðskiftinum um røðuna hjá løgmanni á ólavsvøku, men hann er væntandi í morgin. Veit ikki um hann nakrantíð hevur gingið ella akað eftir Elduvíksvegnum, hinvegin hevur hann stimað framvið hesum sama vegi í eina tíð sum taraalari, áðrenn hann varð settur í eitt ministerielt svæði í høvuðsborgini.

Táið uppskot til løgtingsfíggjarlóg varð lagt fram á heysti í fjør, var so at siga ongin króna sett av til undirstøðukervismál í Eysturoynni – tjóðarinnar cash kúgv.

Loyvdi mær tá, hin 10. november 2024, at skriva til fíggjarnevnd løgtingsins um hetta ringa skil, og vísti á, at umframt at vegurin inn í Funningsfjørð stóð í hálvum gekki við ongari játtan, og at Oyndarfjarðarvegurin enn liggur sum ein gomul rossagøta, so var: ”……vegurin til Elduvíkar so illa asfalteraður, at fólk kenna seg sum at vera í havsneyð, tey, ið hava onkur ørindi í bygdini, og verður hann ikki bøttur ella asfalteraður av nýggjum, so gongur hann sundur og koyrandi verður ikki til Elduvíkar.”

Fíggjarnevndin skilti avbjóðingina partvíst, og játtaði 3 milliónir krónur til, sum tað stendur skrivað í álitinum: ”Játtaðar verða 3 mió. kr. til ábøtur á vánaligasta strekkið av vegnum til Elduvíkar.” Hetta varð seinri samtykt undir viðgerðunum á tingi.

Enn røkist kortini onki fyri at nakað hendir á vegnum ímillum Funningsfjørð og Elduvík. 

Undanmaðurin í sessinum, ið varðar av samferðslumálum, ætlaði ikki Eysturoynni upp í ein fingurbolla av samlaðu játtanini, men hann varð tíbetur tikin av ræði í fíggjarnevndini, sum interveneraði og gav bygdini í Elduvík kleyvar frúgv – um vit flyta okkum úr talvheiminum yvir í eina sjavsterminologi. Í hvussu er fær landsstýrismaðurin ikki volað elduvíkingar í hesum spælinum, táið hann hevur eitt at gera, og tað er at fylgja mannagongdini í leikinum, sum er at fylgja løgtingsins vilja.

Í morgin eru tað mong, sum vænta, at landsstýrismaðurin av tingsins røðarapalli fer at greiða okkum frá, nær ið arbeiðið fyri hesar tríggjar milliónirnar fer at byrja, nú verandi fíggjarár er meiri enn hálvgingið?

Alternativt letur Landsverk kanska frætta frá sær um hetta?

Um ikki, – eigur talvmeistarin uttast á Nesinum at taka í herðatoppin á onkrum.

Tórbjørn Jacobsen