Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.05.2025 14:51

Klárt til FM-kappingina – 111 bátar tilmeldaðir

Róðrarsamband Føroya

Nú kappingarárið 2025 stendur fyri durum, er greitt, at áhugin fyri føroyskum kappróðri er vaksandi.

Tá tilmeldingarfreistin til fyrstu FM-stevnuna – Norðoyarstevnuna, sum verður 31. mai – var úti, vóru heili 111 bátar tilmeldaðir til FM í summar. Tað er fleiri bátar, enn tað hevur verið tey seinastu tveir árini, tá 109 bátar vóru við. Av teimum 111 bátunum hava 104 longu váttað luttøku til Norðoyarstevnuna, men endaliga talið kann enn broytast, tí freistin at melda frá til fyrstu stevnu er 26. mai.

Ein fjølbroytt og sterkt røð av bólkum verður at síggja úti á startinum í summar. Í barna- og ungdómsbólkunum er stórur áhugi: 17 gentubátar og 15 dreingjabátar eru tilmeldaðir í barnaróðrinum, og í bólkinum fyri 14–16 ára gomul eru 11 dreingjamanningar og 12 gentumanningar. Harumframt eru 12 bátar tilmeldaðir í gentubólkinum fyri 17–18 ára.

Í vaksnu bólkunum er serliga nógv lív í 6-mannaførum hjá monnum, har 12 bátar eru við. Eisini í 8-mannaførum hjá monnum og 5-mannaførum hjá kvinnum verður styrki víst, og alt í alt kann hetta gerast sanniliga spennandi at fylgja við.

Eitt, sum er sermerkt við kappingarárinum 2025, er, at heili átta FM-vinnarar frá 2024 ikki verða at síggja í ár. Tí skulu nýggir meistarabátar finnast í flestu bólkunum. Talan er m.a. um Skansan og Falk, sum vunnu barnaróðurin í fjør, og sum ikki eru við í ár, og eisini vinnararnir Firvaldur, Kjósin og Tórsbáturin verða ikki at síggja. Hinvegin royna Fípan Fagra, Drekin, Jarnbardur og Klaksvíkingur at verja FM-heitið.

Hetta boðar frá einum spennandi kappróðrarsummari, har nýggir bátar og manningar kunnu bróta upp á tindin og skriva seg inn í FM-søguna. Við sjey stevnum á skrá – frá Norðoyarstevnuni til finaluna á Ólavsøku – verður nógv at gleða seg til hjá bæði íðkarum og áskoðarum.

Róðrarsamband Føroya gleðir seg til fyrsta skotið verður at hoyra á Norðoyastevnu, at síggja vakra áralagið, merkja góða felagsskapin og kappingarandan, sum eyðkennir føroyska kappróðurin. Spenningurin er í hásæti – nú verður tað skjótt!