Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.06.2025 07:32

Klárt til endaspæl

Mynd: FSF

Fótbóltssamband Føroya

Hóast eitt umfar er eftir at spæla, er greitt, hvørji lið fara at mynda ovara bólkin, og dystast um FM, og hvørji lið verða í niðara bólkinum, tá farið verður undir endaspælið í Betrideildini hjá kvinnum. Fyrsta umfar verður spælt 3. august


Í fjør bleiv fyri fyrstu ferð roynt at skipa Betrideildina hjá kvinnum sum grundspæl og endaspæl. Í grundspælinum spæla øll liðini tvær ferðir móti hvør øðrum, og síðani verður kappingini deild í tvey, har nummar 1 til 4 fara í bólk fyri seg, og liðini frá nummar 5 til 8 fara í bólk fyri seg.

Viðmerkingarnar frá feløgunum í sambandi við nýggja kappingarleistin vóru jaligar, og tí varð avgjørt at halda fram við hesi skipan í 2025.

Kortini eru nakrar tillagingar gjørdar. Ein orsøk er, at FIFA vindeygað liggur seinni á árinum, og harafturat er landsliðsvirksemið nú skipað meira skynsamt í mun til landskappingina.

Hetta hevur millum annað við sær, at fleiri leikdagar eru tøkir í seinnu hálvu av kappingini, og tí verða níggju umfør í endaspælinum í ár, í mun til seks umfør í fjør. Sostatt verður farið frá 20 til 23 umfør tilsamans í fremstu deildini hjá kvinnum.

Men ólíkatalið av dystum í endaspælinum hevur við sær, at tað er endaliga plássið í grundspælinum, ið avgerð, hvussu nógvar heima- og útidystir liðini fáa í endaspælinum.

Øll stig fylgja við frá grundspælinum til endaspælið, meðan tað bara eru málini í innanhýsis dystum millum lið, ið spæla seg í sama bólk, sum fylgja við til endaspælið. Málini í hinum dystunum fella burtur.

Heimadystirnir verða skipaðir soleiðis: Nummar 1 í grundspælinum fær tveir heimadystir móti nummar 2 og 3, og fimm heimadystir tilsamans. Nummar 2 í grundspælinum fær tveir heimadystir móti nummar 3 og 4, og eisini fimm heimadystir tilsamans.

Nummar 3 í grundspælinum fær tveir heimadystir móti nummar 4, og fýra heimadystir tilsamans, meðan nummar 4 í grundspælinum fær tveir heimadystir móti nummar 1, og somuleiðis fýra heimadystir tilsamans. Sami leistur ger seg galdandi í niðara bólkinum.

Leikdagarnir í endaspælinum vera 3. august (NSÍ spælir 6. august), 10. august, 17. august, 24. august, 31. august, 7. septembur, 21. septembur, 5. oktobur og 10. ella 11. oktobur.