Rituvíkingurin, Klæmint A. Olsen, skrivaði í kvøld søgu, tá ið hann skoraði tvær ferði fyri Breiðablik í Conference League, í fysta dystinum í einum bólkaspæli, móti Maccabi Tel Aviv á útivølli niðri í hitanum í Ísrael.
Heimaliðið Maccabe Tel Aviv vann dystin 3-2, eftir at hava verið á odda 3-0.
Men beint fyri hálvleik var tað Klæmint A. Olsen, sum setti innarusíðuna á og stýrdi bóltinum í málið, eftir frálíkt innleg úr høgru. Og í 55. minutti var tað aftur Klæmint, sum hesu ferð við aftarustong setti høvdið á bóltin og stútaði hann í málið eftir hornaspark frá Höskuldur Gunnlaugsson.
Breiðablik kom til onkrar góðar støður eftir hetta, og Klæmint hevði eisini eitt skot, sum málverjin bjargaði. Nærri komu Breiðablik tó ikki og heimaliðið úr Ísrael vann tískil fyrsta dystin í hesum bólkaspælinum 3-2.
Klæmint, hevur sum sagt skriva seg inn í søgubøkurnar, og er fyrsti málskjútti fyri eitt íslendskt felag, og eisini fyri Breiðablik, í einum evropæiskum bólkaspælið nakrantíð.
Komandi uppgáva hjá Breiðablik er móti Zorya Luhansk frá Ukraina tann 5. oktober og verður leiktur á Laugardalsvølli. Men áðrenn tað, skal Breiðablik møta Víkingur Reykjavík í Úrvalsdeildini. Tann dysturin verður leiktur mánadagin 25. september á heimavølli.
Deil á Facebook