Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.07.2023 21:17

Klæmint var aftur á blettinum

Mynd: Klæmint skoraði aftur í kvøld (Savnsmynd)

í kvøld var ein dystur leiktur í Úrvalsdeildini, íslendsku landskappingini, tá Breiðablik tók móti ÍBV frá Vestmannaeyjum á Kópavogsvøllinum, heimavøllinum hjá Breiðablik.

Klæmint A. Olsen byrjaði inni fyri teir grønu úr Kópavogur og skeyt hann eisini triðja málið fyri heimaliðið í 3-1 sigrinum. Klæmint leikti allar 90 minuttirnar á tamb.

Sigurin ber í sær, at Breiðablik nú er á 2.plássið við 33 stigum, men fyri ein dyst meira enn hini liðini runda um teir á stigatalvuni.

Komandi uppgáva hjá Klæmint og hinum í Breiðablik, er týsdagin 25. juli, tá ið stórfelagið FCK kemur á vitjan í 2. umfarið í Champions League.