Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.12.2022 09:02

Klæmint til íslendsku meistararnar

Myndir: Breiðablik/Eysturoyarportalurin

So er tað endaliga staðfest. Tað hevur verið tutla í krókunum í eina tíð, men nú er alt arbeiði viðvíkjandi skiftinum fallið uppá pláss. Toppskjúttin í føroyskum fótbólti seinastu nógvu árini, verður nú yrkisleikari og fer at umboða íslendsku meistararnar Breiðablik, sum halda til á Kópavogsvølli í Kópavági.

Klæmint Andrasson Olsen er leigaður úr NSÍ kappingarárið 2023. Umframt tað, so hevur Klæmint sett sína undirskrivt á, at hann leikar við NSÍ aftur í 2024.

“Hetta hevur verið ein dreymur hjá mær“, sigur Klæmint Olsen við Eysturoyrarportalin. “Tað lá líkasum ikki í kortunum, at dreymurin nakrantíð skuldi gerast veruleiki, men nú tá tingini blivu sum tey blivu, so var hetta ein gyltur møguleiki hjá mær, sum eg ikki kundi siga nei til. Hendan møguleikan fekk eg ongantíð aftur um eg ikki tók av møguleikanum nú.

Klæmint er blivin 32 ára gamal og hevur bert leikt fyri barndómsfelagið NSÍ. Hann fekk debut á besta liðnum í 2007 og hevur leikt sambært Faroesoccer 373 dystir í bestu føroysku deildini og skotið 230 mál. Harumframt 23 mál í steypakappingini og 7 mál í evropeiskum dystum fyri NSÍ.

Hann hevur leikt 54 A-landsdystir og skotið 10 mál fyri Føroyar.

Breiðablik vann íslendsku landskappingin, Úrvalsdeildin, í ár og skulu sostatt spæla Champions League fótbólt næsta kappingarár.

Klæmint verður liðfelagið við ein annan føroying, nemliga Patrik Johannesen, sum nýliga bleiv keyptur frá Keflavík.

Klæmint skal leika við nr. 20 á rygginum hjá Breiðablik.

Eftir ætlan, skal Klæmint longu byrja í sínum nýggja felag fyrst í januar, tá venjingin eisini byrjar aftur.

Klæmint og NSÍ gjørt avtalu fyri 2024