Tað var í dag føroyingauppgerð á Akureyri, tá ið KA Akureyri, við Jóan Símun Edmundssyni og Pætur Petersen, tók móti Breiðablik við Klæminti A. Olsen í hópinum.
Bæði liðini hava í vikuni verið í europeiskari luttøku, og gjørdu tískil fleiri broytingar til dagsins dyst.
Fyri heimaliðið byrjaði Jóan Símun á bonkinum, meðan Klæmint byrjaði í álopinum fyri Breiðablik.
Og tað var eisini Klæmint, sum setti hol á, tá ið 17. minutar vóru leiktir, tá hann setti høvdið á, eftir innlegg úr høgru.
Heimaliðið javnaði tó beint fyri hálvleik, eftir brotsspark.
Jóan Símun var settur á vøllin í 65. minuttir, meðan Pætur kom inn, tá tað restaðu 5. minuttir.
Ongi mál komu í seinna hálvleiki, og endaði dysturin tískil 1-1.
Breiðablik er enn á 3. plássið við 35 stigum, meðan KA Akureyri verður verandi á 8. plássið, nú við 18 stigum.
Komandi uppgáva hjá Breiðablik er hósdagin 17. august, tá ið teir skulu møta Zrinjski Mostar, sum er seinni dysturin. Tann fyrra vann Zrinjski Mostar heili 6-2.
KA Akureyri skal eisini hósdagin í eldin, hesuferð á heimavølli, har teir skulu royna at vaska tapið frá seinasta hósdegi av sær, tá teir spæla seinna dystin móti Club Brügge. Fyrri dysturin endaði 5-1 til liðið úr Belgia.