Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2023 21:38

Klæmint og Kaj Leo víðari í íslendsku steypakappingini

Mynd: Breiðablik

Breiðablik við Klæminti A. Olsen og Patrik Johannesen á liðnum og Leiknir við Kaj Leo í Batalsstovu á liðnum vunnu seg í kvøld víðari í íslendsku steypakappingin, Mjólkurbikarinn.

Breiðablik vann 2-0 á útivølli ímóti Fjölnir í Egilshöll. Klæmint leikti allar 90 minuttirnar meðan Patrik var skiftur inn í seinna hálvleiki.

Leiknir vann 1-0 á heimavølli ímóti Selfoss. Málið var skotið í 90 minutti av Omar Sowe. Kaj Leo, sum nýliga skifti til felagið, var skiftur inn í 49 minutti.