Breiðablik vann í kvøld á heimavøllinum Kópavogsvöllur seinna Conference League play-off dystin móti FK Stuga úr Norðurmakedonia 1-0. Og sostatt 2-0 samanlagt.
Tískil hevur Breiðablik, sum fyrsta íslendska felag nakrantíð, spælt seg í eitt evropeiskt bólkaspæl og sostatt eisini skriva íslendska fótbóltssøgu.
Rituvíkingurin Klæmint A. Olsen, sum var spardur til dystin í vikuskiftinum móti Víkingur Reykjavík, byrjaðu sum fremsti maður í álopinum í kvøld.
Breiðablik legði seg á odda longu eftir 3. minuttir, tá ið Viktor Karl Einarsson skoraði við einum skotið úr høgru síðu. Einki mál kom afturat í dystinum, og er Breiðablik við sigrinum, í pottinum til lutakastið til bólkaspælið, sum verður í morgin.
Klæmint fekk 74. minuttir á vøllinum, áðrenn hann var útskiftur fyri Kristófer Ingi Kristinsson.