Nú er endaliga staðfest, at landsliðs- og Breiðablik leikarin Klæmint A. Olsen, vendur aftur til føroyskan fótbólt og til barndómsfelagið NSÍ, eftir eitt ár í íslendskum fótbólti.
Hetta váttaði Klæmint í samrøðu við íslendskan miðil í gjár, eftir 5-0 tapið móti KAA Gent í Conference League bólkaspælinum.
Leigusáttmálin millum Breiðablik og NSÍ gongur út tann 16. november. Hóast tveir Conference League dystir eru eftir at leika eftir at sáttmálin er útgingin, og Breiðablik fegin hevði vilja longt, so ætlar Klæmint ikki at leingja sáttmálan til at umfata teir dystirnar eisini.
Prát hevur eisini verið um, at Klæmint møguliga fór at taka eitt ár afturat í Íslandi, men so verður ikki.
Tískil fær NSÍ, sum aftur verður at síggja í bestu deildini í 2024, ein kærkomnan styrk til komandi kappingarár.
Deil á Facebook