Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.10.2025 14:35

Klæmint Andrasson Olsen gulur í 2026

Mynd: NSÍ

NSÍ

35 ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum 7 ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Hann hevur síðani umboðað felagið øll árini, undantikið 2023, tá hann umboðaði Breiðablik í bestu íslendsku deildini.

Klæmint hevur gjøgnum árini tikið fleiri føroysk met. Hann hevur millum annað tikið metið frá Jákupi á Borg fyri flest mál í bestu deildini. Hann hevur javnað metið hjá Rógva Jacobsen fyri flest mál fyri A-landsliðið og hann hevur vunnið gullskógvin heili 6 ferðir (2013, 2014, 2015, 2016, 2019, 2020). Í løtuni liggur hann væl fyri at vinna gullskógvin fyri 7. ferð. Klæmint hevur leikt 424 dystir í bestu deildini og skotið heili 265 mál.

Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunngerða, at Klæmint Andrasson Olsen verður gulur í 2026.