Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.12.2023 09:26

Klæmint A. Olsen: Úti er gott, men heima er best!

Málrevurin er aftur í NSÍ eftir eitt ár í Íslandi (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Hann er nýliga afturkomin, eftir eitt væleydnað kappaingarár í íslendskum fótbólti.

Í Íslandi var hann fulltíðar yrkisleikari har hann bert skuldi hugsavna seg um fótbóltin.

Meðan fyrrverandi liðfelagarnir úr Breiðablik í hesum døgum gera seg klárar til seinasta dystin í Conference League bólkaspælinum, stendur hann við hamara í hond.

Vit hitta hann í Rituvík, hagani hann er ættaður, har hann nú er í ferð við at byggja sær og familjuni nýggj hús.

“Hatta var ein frálík uppliving, bæði á og uttanfyri vøllin“, sigur hann við einum smíli.

Eg haldi, at eg kann ikki verða meira enn nøgdur, tá hugt verður afturá kappingarárið sum júst er liðugt. Byrjanin var nokkso tung, men soleiðis er tað jú einaferð. Eg fekk nógva spælitíð og fekk eisini nøkur mál. Alt í alt var tað frálíkt at verða í Íslandi”.

Nú 33-ára gamli málrevurin úr Rituvík, skjeyt 13 mál í 40 skrásettum dystum fyri Breiðablik. Tá skal havast í huga, at fleiri av hesum dystum var hann antin innskiftur ella leikti ikki allar 90 minuttirnar.

Vakra útsýnið úr komandi køksvindeyganum (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Eisini gjørdist hann søguligur, tá ið hann var tann fyrsti at skjóta mál fyri eitt íslendskt lið í einum dysti í einum evropeiskum bólkaspæli.

“Nú er hatta ein yvirstaðin kapitul. Men eg fari nokk yvir at vitja onkuntíð. Og rokni eg eisini við, at eg farið yvir at hyggja eftir onkrum dysti tá ið tað liggur fyri”.

“Nú eri eg bara spentur at koma í gongd aftur her í Føroyum”, sigur hann spentur á málinum.

“Hetta byrjar at síggja spennandi út, bæði við nýggjum leikarum og nýggjum venjara. Enn er tó langt til kappingarbyrjan, men eg haldi at ein ávís optimisma er at hóma her úti á leiðini”.

Hann fer nú skjótt undir sítt 17 kappingarár í bestu føroysku deildini. Øll fyri barndómsfelagið NSÍ. Hann er toppskjútti í bestu føroysku deildini nakrantíð við heili 230 málum. Og hevur hann ætlanir um at leggja afturat hesum hagtølum.

Umráðandi at verða kreativur tá ið bygt verður (Mynd: Eysturoyarportalurin)