Soleiðis sigur 33-ára gamli Klæmint A. Olsen, nú vit fáa orðið á hann, eftir at hann júst er lendur í Føroyum.
Tíðin hjá føroyska áleyparinum í íslendskum fótbólti er av. Hann hevur júst sagt liðfelagunum í Breiðabliki farvæl, eftir at hann í gjárskvøldið leikti seinasta dystin fyri, nú fyrrvernadi felag sítt, og vendir nú heimaftur til teir gulu úti við Løkin.
Breiðablik tók í gjár móti KAA Gent í bólkaspælinum í Conference League. Breiðablik tapti dystin 2-3 á Laugardagsvøllinum í Reykjavík.
Klæmint kom á vøllin tá 77. minutar vóru leiktir, sum sostatt eisini var hansara seinasti dystur í grønu troyggjuni.
-At koma í Conference League bólkaspælið var stórt. Ógvuliga stórt í mínum eygum og eisini hjá íslendingum annars. Og at eg so skoraði tvey mál, gjørdi tað ikki minni stuttligt, sigur Klæmint.
-Eg má siga, at tíðin í Íslandi hevur verið ótrúliga góð. Nógv betur enn eg tordi at vóna og vænta. Eg havi fingi vinir fyri lívið har yviri, sigur hann.
-Byrjanin var kanska eitt sindur tung, men tað gekk skjótt yvir. Og eg havi ongantíð verið so væl fyri, sum eg havi verið í ár.
–Tað er sorgblítt at siga færval, men nú gleði eg meg at koma heim til familjuni í Føroyum, sigur Klæmint at enda.
Klæmint skeyt 13 mál í 36 dystum fyri Breiðablik í ár.
Áðrenn dystin í gjár var liðformaðurin hjá Breiðablik, Höskuldur Gunnlaugsson, eisini úti og rósti Klæminti, har hann m.a. segði hvussu stóran týdning áleyparin hevði havt fyri hópin og felagið, bæði tá tað kom til hugburð, bæði á fótbóltsvøllinum og uttanfyri fótbóltsvøllin.
Eisini var Klæmint við til at skrivað søgu, tá ið hann fyrst saman við liðfeløgunum í Breiðablik var fyrsta íslendska liðið sum vann seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.
Og so tá ið hann skoraði tvey tey fyrstu málini í bólkaspælinum í 2-3 tapinum móti Maccabi Tel Aviv á útivølli. Sostatt gjørdist hann fyrsti leikarin at skjóta eitt mál fyri eitt íslendskt lið í einum evropeiskum bólkaspæli.
Nú fer Klæmint, saman við føroysku liðfelagunum, at gera seg kláran til komandi A-landsliðsuppgávur sum liggja fyri framman.
Hósdagin 16. november møtast Noreg og Føroyar í venjingardysti í Oslo, og fýra dagar seinni, mánadagin 20. november spæla Albania og Føroyar EM-undankappingardyst í albanska høvuðsstaðnum, Tirana.
Deil á Facebook