Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2025 15:15

Kirvi fæst í Grønlandi

Tíðindaskriv

Føroyska mineralvatnið Kirvi fæst nú á fyrsta sinni í Grønlandi. Í samstarv við grønlendsku heilsøluna KK Engros, sum eiga stóru matvøruketuna Pisiffik, er eitt breitt úrval av vørum frá Kirvi nú at síggja í grønlendskum handlum. Hetta er ein liður í at víðka um virksemið hjá felagnum og flyta seg longur útum landoddarnar. 

“Grønland er ein marknaður, sum vit hava havt áhuga í í longri tíð, tí har hevur verið eftirspurningur bæði frá grønlendingum og føroyingum í Grønlandi. Vit hava nú enduliga fingið møguleikan og eru sera glað og errin um hetta nýggja samstarvið við KK Engros,” sigur Hallur Augustinussen – stjóri í Kirvi.

Kirvi hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at víðka søluna gjøgnum álítandi handilssamstarvsfelagar bæði í Grønlandi og í øðrum londum í Evropa. Við Grønlandi sum nýggjum marknað kemur felagið nærri síni visión um at gera føroyskt mineralvatn – Kirvi – atkomuligt fyri enn fleiri kundar uttanlands.

Spjaldur