Birkblog
Tá ein kirkja er bygd, stendur hon har, hon til ævigar tíðir er reist. Tað er líkasum ein gongd, ið vit venja okkum við og lata okkum lynda, at hon er har, sum teknarar, myndugleikar og pengaveitarar hava samtykt og játtað. Í hesum ofta drúgva tíðarskeiði venja vit okkum við nýggja sýnið í landslagnum og samanhangskraftina við teir bygningar, sum longu eru har, og nýbygda kirkjan leggur seg upp at í bygda- ella býarrúminum.
Tá tú hendinga ferð kemur á hesar leiðir, kanst tú saman við grannum og kirkjugangarum grunda yvir, um hon økir um estetiska trivnaðin, funktiónina og upplivingina í avmálda økinum, ella er hon bara potensierandi í nýggja innsetta rúminum?
Í Havn er til dømis hálvtrýss ára gamla Vesturkirkjan, ið greitt sæst sum eitt monumentalt seglskip, slupp, hvar tú so sært hana frá. Hon økir um fatanina av býnum, eisini tá fremmandafólkið skoðar úr hotellvindeyganum við Oyggjarvegin. Ein farri av somu tankum, strembandi segl við havið, síggjast í ætlaðu kirkjuni, sum nú skal byggjast í Sydhavnen í Keypmannahavn.

Annarleiðis er við kirkjum, sum hóast tær eru greiðar á tekniborðinum, sum omanfyri, semja kortini ikki er um at byggja.
Júst í Havn eru minni heppin harraboð uppá eina enn óbygda kirkju, har grannar hava mótmælt í áravís, tí hon, umframt at fylla útsýnið, verður sett á eitt definerað fríøki. Grammari verða avvarandi at byggja júst hesa kirkjuna á hesum stað og onga aðrastaðni. Óansæð hvat Matteus 18:20 sigur, so verður henda kirkjubygging potensierandi í eini polariseringstíð.

Inni í Bíbliubeltinum við Skálafjørðin, har kirkjugarðurin er í beinari linju millum koyrivegin og fremstu vinnuna við havið, hevur ein tekning verið frammi í drúgva tíð, sum far meg at minnast gomlu donsku skúlabøkurnar hjá Jógvan læraranum í Felagsskúlanum í kristini og søgu, har muslimska kaba’in í Mekka var abstrakta evnið og ímyndin av pliktfyltari pílagrímsferð. Kaba’in í Mekka.
Nú er hon her. Lend í Bíbliubeltinum. Abstrakta skapið av einum halgidómi.
Fyrst koma mær til hugs rúmligu orðini í evangeliska sanginum hjá George Harrison Awaiting on you All har hann brúkar Gudsnavnið í fleirtali: ”By chanting the names of the Lord”. Í øðrum lagi fær tekningin meg at hugsa um Stanley Kubrick og monumentalu byrjanina av filminum um rúmdarferðina í árinum 2001, og í triðja lagi um poetiskt luftborna tekstin hjá Matteusi:
– Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.
Góða eydnu, betri enn hina á Argjum, verður ynskt tykkum við kirkjuni, tit nú fara at reisa í felag á Glyvrum.
