Kunningarskriv
Annar av teimum trimum fyrilestrunum í Sandavágs kirkju í føstuni verður týskvøldið 17. mars kl.19.30.
Tá fer Lena Reinert, málfrøðingur og deknur, at tosa um mál í kirkjuni.
Skilja øll tað málið, sum í ávísum førum verður lisið í kirkjuni at ?
Ella eiga vit kanska bara at brúka meira “modernað” mál?
Og ikki minst, hvat vit kunnu loyva okkum at brúka sum kirkjumál.
Eftir framløguna verður lagt upp til orðaskifti.
Endað verður við kirkjukaffi í forkirkjuni.
