Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.05.2025 15:20

Kirkjuliga Heimamissiónin lagt fram nýggja strategi

Mynd: Trúboðin

Trúboðin

 Í gjár legði Kirkjuliga Heimamissiónin fram nýggja strategi fyri arbeiðið komandi fimm árini. Hetta var til ársmøtið í Leguhúsinum í Nesvík, har fleiri hundrað fólk møttu upp ígjøgnum dagin at hoyra frágreiðingar frá arbeiðinum, kveikjandi undirvísing og felagsskap saman við missiónsfólki úr øllum landinum.

Heimamissiónin er ein fólkakirkjulig rørsla, ið seinastu 120 árini hevur havt sum endamál at vekja upp trúarlívið og menna kristna felagsskapin. Nýggja strategiin setur fokus á sjey innsatsøkir komandi árini og fleiri ítøkilig átøk at seta í verk. Millum hesi kunnu nevnast at styrkja barna-, ungdóms- og familjuarbeiðið, at menna leiðarar til kristiliga arbeiðið og at byggja upp eitt diakonalt arbeiði út frá rørsluni.

Nýggja strategiin hevur 7 innsatsøkir, ið koma at merkja felags missiónsarbeiðið komandi árini.

Í strategiini verður m.a. lagt upp til:

  • At styrkja leguvirksemið komandi árini, so fleiri børn og familjur fáa møguleikan at luttaka.
  • At búgva foreldur út til trúarupplæring heima.
  • At byggja upp diakonalt arbeiði út frá rørsluni.
  • At verja kristnu virðini í samfelagnum.
  • At menna ungar leiðarar til kristiliga arbeiði.

Felagsskapurin hevur nógv leguvirksemi fyri børn og ung, og eftirspurningurin tykist vera vaksandi. Í fjør vóru áleið 1800 børn og ung á legum hjá Heimamissiónini – og væl umtóktu summarlegurnar eru aftur í ár fullteknaðar uppá rekord-tíð við langum bíðilista. Tískil er eitt partur av strategiini at styrkja leguvirksemið, so enn fleiri børn og familjur kunnu fáa ágóðan av tí uppliving, sum ein barnalega ella familjulega gevur – bæði fyri barnið sjálvt og fyri alla familjuna. 

– Nýggja strategiin gevur okkum eina felags kós sum rørsla, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari. Leiðarar og missiónsfólk úr øllum landinum hava verið við til at seta sítt fingramerki á ætlanirnar fyri komandi árini, og vísir hetta týðuliga tey hjartamál, ið vit sum rørsla hava bæði í føroyska samfelagnum og út í heimin.

Lokal missiónsarbeiðir runt landið samla hvørja viku áleið 1500 børn og ung til sunnudagsskúla, junior- og ungdómsmøtir. Her er ein stór fjøld av sjálvbodnum, sum brúka sína frítíð bæði til vikuligt virksemi og til størri felagstiltøk, ið verða skipaði umvegis Heimamissiónina.

Onnur økir, ið verða raðfest í nýggju strategiini, eru evangelisering, lærusveinaskapur, leiðaramenning, diakoni, talgild boðan og at menna sálarrøktarar til at virka í kristiliga arbeiðinum.

Meira fæst at vita um nýggju strategiina her ella við at venda sær til skrivstovuna hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Spjaldur