Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.09.2023 11:39

Kirkjugarðurin í Elduvík

Jákup Martin Kjeld og Tórbjørn Jacobsen (Mynd: Runavíkar kommuna)

Runavíkar kommuna

Í vikuni skrivaðu Jákup Martin Kjeld og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst fyri Spf. Rókina og Runavíkar kommunu, undir sáttmála um at víðka kirkjugarðin í Elduvík.

Allan Norðgerð, sum starvast á Teknisku deild hjá kommununi, hevur fyrireikað málið, og ætlandi verður kirkjugarðurin víðkaður norðureftir við 30 gravum.

Sáttmálin varð undirritaður í skúlanum í Elduvík, og Rókin er nú farin undir arbeiðið.

Kirkjugarður er ikki í Funningsfirði, tí er kirkjugarðurin í Elduvík fevnandi fyri tær báðar bygdirnar, sum áður vóru skipaðar saman í Elduvíkar kommunu, sum fyrst í hesari øldini gjørdist partur av stóru samanleggingini, tá Oyndarfjarðar, Skála, Funnings, Runavíkar- og Elduvíkar kommunur løgdu saman í eina felags kommunu undir heitinum Runavíkar kommuna.