Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.08.2025 08:55

Kirkjan við Norðskála sum tykisferð

Mynd: Fólkakirkjan

Fólkakirkjan

Nú er møguligt at fara á tykisferð í kirkjuni við Norðskála. Fyrrapartin av tjúgunum sendi presturin Wilhelm Nielsen út eitt “opraab”, og heitti á kirkjufólkið um at fáa bygt kirkju. Hetta gjørdist veruleiki 10. januar 1932, tá ið Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna. Áhugavert er, at kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um hvørt kirkjumálið skuldi vera danskt ella føroyskt. Tí varð skipað fyri fólkaatkvøðu sunnudagin 18. oktober um skriftstøðini undir altartalvuni og í forkirkjuni skuldu vera á føroyskum ella donskum. Úrslitið varð 40-29. Á skíggjanum ber til at kanna, um tað bleiv føroyskt ella danskt.

Her kann tykisferåin síggjast. Í høgra bredda ber til at trýsta á “Menu”, og har sæst at tíggju kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gl. Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja, Ólavskirkjan í Kirkjubø, Haldórsvíkar kirkja, Hvannasunds kirkja og kirkjan við Norðskála.

Ætlandi verður Vesturkirkjan tøk 24. august, tá ið tað er 50 ár síðani hon varð vígd og tikin í nýtslu.

Ver vælkomin á gátt – eisini á tykisferð.