Tíðindaskriv/Fólkakirkjan
Aftur í ár er kirkja á G! og sum vant halda vit til í hoyggjhúsinum hjá Poul Arna. Vit hava opið hvørt kvøld á festivalinum, frá kl. 19-01. Ymiskir prestar manna kirkjuna.
Vit bjóða kaffi, te og okkurt gott afturvið, eina sofu at sita á og eitt andarúm mitt í meldrinum. Prestarnir eru eisini góðir at lurta eftir tí, tú hevur uppá hjarta, og vit hava sjálvandi tagnarskyldu.
Leygarmorgunin 19. juli kl. 11:00 verður árliga festivalgudstænastan í Fjósinum í Syðrugøtu. Í ár er tað Maria Summers Nolsøe, sum er sóknarprestur í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði, sum prædikar og Silvitni kemur at syngja. Altargongd verður. Aftaná gudstænastuna er kirkjukaffi.
Gudstænastan verður send í útvarpinum sunnumorgunin kl. 11:00
Vælkomin!
Fólkakirkjan