Lesarabræv
Sensatión! Søguligt avrik! Framúr! Størsta nakrantíð! Heimsklassi! Orðini eru mong, sum eru brúkt til at lýsa avrikini hjá KÍ-mansliðnum. Og tað er ikki løgið, tí tað, sum KÍ og KÍ-liðið hevur megnað, er av sonnum framúrskarandi.
At varpa meistararnar í Ungarn og Svøríki út úr kappingini á útivølli er so stórt, at trupult er at seta orð á tað.
Týskvøldið høvdu 4.600 áskoðarar leitað sær á Tórsvøll at stuðla og skoða stjørnurnar og hetjurnar úr Klaksvík. Spenningurin var øgiligur, og stemningurin var í topp. Molde legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og fleiri mundu hugsa, at hesaferð fór neyvan at bera til at endurtaka brøgdini, sum liðið framdi í Ungarn og Svøríki. Men KÍ-liðið misti ikki mótið; ei heldur flestu fjeppararnir. Tvørturímóti. Teir heppaðu og lyftu liðið upp við stuðlandi rópum og sangum. Eingin fjáltur var at hóma á KÍ-liðnum. Hugburðurin var hin sami, sum teir vístu ímóti BK Häcken, liðið fall ikki í fátt í mótbrekku.
Í dystinum ímóti Molde hevði liðið fokus, mentala styrki og arbeiddi treiskt og miðvíst. Leikararnir arbeiddu og stríddust fram ímóti sigri hóast harða mótstøðu. Og tað gav úrslit. Gjøgnumbrotið kom! Harra Árni Frederiksberg javnaði við snildum og frekum skoti, sum fekk allar Molde-leikararnar og øll á Tórsvølli at standa sum kánus, áðrenn fagnaðurin forloystist og førdi viðhaldsfólkini inn í ein fagnaðarrús, sum hoyrdist um allan býin! Og løtu seinni var tað eisini Frederiksberg, sum bumbaði bóltin upp undir trý´aran og fekk allan Tórsvøll at kóka í ovfarakæti. Og tá ið dómarin bríkslaði dystin av, var enn ein framúr sigur komin í hús.
Tað er fótbólts- og ítróttafepur í Føroyum. Tað eru ikki bara KÍ-viðhaldsfólk, sum hava fepur; allar Føroyar samgleðast og kenna rúsin, optimismuna og trúnna á, at lítlu Føroyar kunnu vera stórar í fótbólti, hondbólti og í øðrum ítróttagreinum. Vit skulu njóta avrikini og heiðra leikarar, venjarar og onnur, sum við hørðum arbeiði leggja grundarlag fyri menning og góðum úrslitum.
Úrslitini, sum KÍ hevur rokkið seinastu vikurnar, eru ikki komin brádliga, av hepni ella av aðrari óforklárandi orsøk. Tað eru fleiri orsøkir og treytir, sum hava leitt liðið fram til dagsins støðu. Undanfarni venjarin Mikkjal Thomassen legði eitt dygt grundarlag, sum nú er bygt víðari á. Nevnd og leiðarar í felagnum hava í mong ár arbeitt hart og miðvíst. Sjálvboðin í hópatali hava tikið tøk. Lokala vinnulívið, stórar og smáar fyritøkur, og onnur hava stuðlað fíggjarliga. Klaksvíkar kommuna hevur gjørt stórar íløgur við Djúpumýru og verið ein viðleikari. Tað er greitt, at tað eru mangir partar, sum seinastu árini saman hava skapt framúrskarandi úrslit.
Arbeiðið og avrikini hjá KÍ skulu ikki “bara” geva gleði, rús og góðar kenslur; vit kunnu læra av ferðini hjá KÍ, mentanini og hugburðinum á liðnum og fyritreytunum. Leiðarar eiga at læra og lata seg kveikja fyri at blíva enn betri leiðarar. Her kann KÍ-ferðin og framúr úrslitini kveikja og eggja leiðarar á øllum økjum og stigum. Fyri meg sum leiðara hava sigrarnir hjá KÍ-liðnum verið til stóran íblástur, og eg havi fingið nógv at hugsa um. Vit kunnu læra nógv KÍ-liðnum.
KÍ-liðið hevur í seinastuni víst í verki virðini hjá KÍ, ið eru samanhald, menning, stríðsvilji og gleði.
Ein av viðmerkjarunum í KVF týskvøldið vísti á, at tað er ein sterk mentan í KÍ-hópinum, og at henda mentan er ikki viknað hóast útskiftingar í hópinum. Annar viðmerkjari vísti á, at leikararnir hava loyvi at gera feilir. Hesar báðar viðmerkingar kunnu knýtast til virðini samanhald og menning.
KVF-reportarin setti tvímálsskjúttanum henda spurning beint eftir dystin týskvøldið:”Hvussu megna tit ferð eftir ferð at koma aftur í dysti?” Árni svaraði: “Tað er fyrst og fremst trúgvin á egin evnir. At gera tað simpult, at gera tað, sum vit eru góðir til, og ikki at finna uppá nakað nýtt, tá ið vit eru undir trýsti, men halda okkum til tað, sum vit duga. ”Her vísir Árni á týdningin av at hava sjálvsálit, trúgv á egnar førleikar, at halda seg til at gera tingini simpul, týdningin av at hava fokus undir trýsti á tað, sum man er góður til, og ikki at falla í freistingina at royna okkurt annað.
Tað hevur verið hugtakandi og læruríkt fyri meg at síggja í teimum seinastu dystunum, hvussu leikararnir megnaðu í fleiri umførum at varðveita mentalu styrkina og treystleikan undir sera stórum trýsti. At falla og uppliva mótgongd eru lívsins kor. Avbjóðingin er at reisa seg og ganga víðari. KÍ-liðið reisti seg og noktaði at lata mótgongd sløkkja vónina um sigur og gjøgnumbrot. Teir hava verið ómetaliga treiskir. Her er hóskandi at endurgeva orðatakið, ið sigur, at hann vinnur, ið treiskur er.
Samanhaldið er sterkt. Menn samstarva, arbeiða hart fyri hvønn annan. Teir eru av sonnum eitt toymi, sum viðurkennir ymisku styrkirnar og førleikarnar. Talan er um liðavrik, har samanhaldið er berandi, men har einstaklingar eisini fáa rúm og eggjan til at gera tað, sum teir duga best. Venjarin Magne Hoseth hevur víst seg at vera ein leiðari, sum hevur fokus á uppgávurnar, liðið og einstaka leikaran. Hetta tríbýtta fokusið man vera ein av týðandu orsøkunum til søguligu avrikini seinastu tíðina.
Ofta kann ítrótt blíva so álvarsom, at smíl og gleði eru næstan sum lundi á jólanátt. Hetta tykist ikki vera galdandi fyri KÍ-liðið. Ja, uppgávan kann vera stór og álvarsom, og nógv stendur upp á spæl, men rúm er fyri gleðini at spæla, gleðini at arbeiða saman og gleðini at leika fyri familjum og fjepparum. Tað er eingin lóg ímóti gleði og smíli í ítrótti. Tað haldi eg ítróttafólk, venjarar og onnur skulu notera sær.
KÍ-liðið hevur rokkið høgum tindum. Hetta hevur verið ein ferð, har nógv fólk hava givið nógva tíð og orku. Søguligu úrslitini komu ikki av sær sjálvum. Vit skulu njóta sigrar og gleðast um teir, men vit mugu eisini lata avrikini geva okkum íblástur og lærdóm. Leiðarar á øllum økjum og stigum kunnu fáa íblástur og lærdóm frá KÍ-liðnum. Vit kunnu læra, at menning og avrik hava sum fyritreyt mentala styrki, arbeiðssemi og trúgv á egnar førleikar. Vit eiga at gera tað, sum vit eru góð til, halda okkum til tað og gera tingini simpul. Samanhald, sterk og sunn mentan, har rúm er fyri ymiskleika, byggja góð toymi. Og so mugu vit ikki gloyma, at gleðin eigur at fáa rúm.
Hjartaliga tillukku, KÍ! Eg gleði meg at fylgja ferðini.
Rúni Rasmussen
https://www.facebook.com/leidsla
Mynd: Norðlýsið