Mynd: www.b68.fo
Sambært liðmynd, sum B68 nýliga alment hevur lagt út sæst ein kendur útvarpsvertur og fyrrverandi B36 málmansvenjari, nemliga Tróndur Vatnhamar á myndini.
Eysturoyarportalurin hevur vent sær til B68 formannin Ian D. Jacobsen fyri at frætta nærri. Hann sigur í stuttari viðmerking, at Tróndur Vatnhamar er vinmaður við høvðusvenjarin, hevur traðka til og hjálpt til síðani Jákup á Borg tók yvir fyrr í ár. Hann er tó ikki knýttur at B68.
Teir tríggir, Jákup á Borg, André Olsen og nú Tróndur Vatnhamar hava allir arbeitt saman áður í B36 og kennast tí sera væl.
Deil á Facebook