Myndir: Støkk
Í døgunum 8.-15. novembur var finska Sirja Lepistö á vitjan hjá fimleikafelaganum Støkk í Runavík.
Støkk sigur á heimasíðu síni, at Sirja er ein finskur venjari og koreografur við nógvum royndum. Hon vitjaði fyrstu fer í Støkk í 2014 og hevur verið her á mestsum hvørjum ári síðani.
Á vitjanini hesaferð fingu tær eldru á kappingarliðnum í amboð nýggjar gólvseriur, umframt at tær yngru og øll estetisku liðini fingu venjingar, har fokus ma. var á ballettvenjingum og tilrættisleggjan av kappinarárinum.






