Tíðindaskriv/Alzheimerfelagið
Hesa vikuna eru hollensku filmsframleiðarnir Teun Toebes og Jonathan de Jong í Føroyum í samband við filmssýning av víðagita heimildarfilminum Human Forever.
Nógv rósti filmurin, sum hevur vunnið The Golden Calf prísin í Hollandi, varpar ljós á, hvussu tikið verður hond um fólk við demenssjúkum kring heimin.
Teir báðir filmsframleiðarnir hava ferðast í 11 londum í 4 heimspørtum, og búð á demensheimum saman við teimum, ið eru rakt av demensi.
Í filminum verður varpa ljós á mentanarliga hugburðin til sjálvt menniskja, sum finnist handan sjúkuna.
Sjálv um evnið er álvarsligt, hevur filmurin fokus á vón og gleði og menniskjaliga sambandið, sum framvegis ber til at hava, hóast demensur rakar.
Human Forever er ein roynd at betra um lívsgóðskuna hjá fólki við demenssjúku, og ein eggjan til at hava eina meiri holistiska tilgongd til fólk við demensi.
Presentera filmin til sýningarnar í Føroyum
Teun Toebes og Jonathan de Jong verða til staðar til sýningarnar av Human Forever, sum verður vístur í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og í Løkshøll leygarkvøldið. Teir báðir fara at presentera filmin undan sýningunum og aftaná verður høvi at seta
teimum spurningar.
Upptøkur í Føroyum
I samband við sýningarnar í Føroyum, og framleiðslu av uppfylgjaranum til Human Forever, verða upptøkur gjørdar í Føroyum.
Human Forever II fer at handla um, hvussu felagsskapur millum menniskju tekur seg upp, og hvat vit kunnu læra av sosialum sambondum, sum økir um okkara lívsgóðsku og minkar um vandan fyri einsemi.
Teun Toebes og Jonathan de Jong hava mett, at upplagt er at lýsa føroyska liviháttin, tá ræður um nærsambond, og teir hava tí gjørt upptøkur í Føroyum hesa vikuna. Ætlandi fær seinni filmurin premieru í heyst.
Tað er Alzheimerfelagið, ið hevur skipað fyri filmssýningunum av serstaka heimildarfilminum Human Forever og vitjanini hjá Teun Toebes og Jonathan de Jong í Føroyum.


