Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.10.2022 09:02

Keðiligt vikuskifti hjá fótbóltsútisetinum

Mynd: Hif.fo

Tað sær svart út hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og Viljormi Davidsen, at bjarga sær plássið í bestu deildini, í ávíkavist Úrvalsdeildini í Íslandi og Allsvenskan í Svøríki.

Kaj Leo og ÍA Akranes leiktu bert javnt 2-2 móti Leiknir leygardagin, meðan nærmastu kappingarneytarnir FH Hafnafjørður vunnu sín dyst 3-2 á útivølli móti Keflavík. Kaj Leo slapp á vøllin tá 67 minuttir vóru leiktir av dystinum.

ÍA Akranes er aftast í Úrvalsdeildini við einans 19 stigum. Og við bert tveimum dystir eftir at leika, hava teir heili 6 stig upp til FH á triðaftasta plássinum og bjarging. FH hevur ein nógv betri málmun enn ÍA Akranes. So tað skal eitt satt undir til, um ÍA Akranes skal bjarga sær í bestu deildini.

Komandi leygardag tekur ÍA Akranes móti ÍBV á heimavølli.

Viljormur, Davidsen sum var liðskipari, og Helsingborgs IF taptu í vikuskiftinum týðinda dyst á heimavølli 1-3 móti Varbergs BoIS. Uppleggið til málið hjá heimaliðinum átti Viljormur Davidsen í 92 minutti.

Helsingborgs IF liggur nú á næstaftasta plássi við 17 stigum í Allsvenskan, meðan Degerfors liggur á play-off plássinum, beint omanfyri við 23 stigum, sum gevur ein eyka møguleika at verða verandi í deildini.

Einans 4 umfør eru eftir at leika í Allsvenskan.

Komandi dystur hjá Viljormi og Helsingborgs IF er longu mikudagin 19. oktober á útivølli móti IFK Norrkøping.

Meinhard E. Olsen var eisini í dysti í vikuskiftinum, tá hann og Mjøndalen IF á útivølli tapti 2-1 móti Bryne í OBOS ligaen. Mjøndalen liggur mitt á stigatalvuni við 39 stigum, við hvørki møguleika at flyta niður ella at flyta upp.

Komandi dystur hjá Meinhard og Mjøndalen er komandi leygardag móti Grorud á heimavølli.