Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2024 15:25

KBH partur av byggingini av nýggja Borg XL Byg

Mynd: KBH

Byggivirkið KBH á Toftum skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

Fyri tíð síðani, fór Borg í eina tilgongd at byggja ein nýggjan bygning til teirra virksemi, framvið nýggja fjørðuvegnum á Glyvrum.

Arbeiði at byggja nýggja timburhandilin er nú fari ígongd.

Byggingin fevnir um 6 samanbygdar hallir. Eina handils- og skrivsovuhøll, og hartil 5 goymsluhallir. Ì alt uml.7.600 fermetur.

Byggivirkið KBH hevur ábyrgdina av at bjálva og klæða handilbygningin og hartil klæðing av øllum goymslubygningunum.

Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum partarnar, har Rodmundur Nielsen, Stjóri á Borg, Benn og Helgi Johannessen frá Byggivirkið KBH undirskrivaðu avtaluna.

Eftir ætlan flytir Borg í nýggja bygningin í komandi ári.

Spjaldur