Tað liggja mong skip og bátar á havsins botni runt oyggjarnar. Skip og bátar, sum eru farin til botns í illveðrið, eru árend ella søkt. Og hava hundraðtals føroyingar fingið váta grøv.
Men tað liggja ikki bert vanlig skip og bátar á havbotninum runt Føroyar og har á leiðini. Eisini liggja fleiri kavbátar, sum blivu søktir undir seinna heimsbardaga – innanfyri og onkur beint uttanfyri føroyska 200 fjórðingar sjómarkið. (Eingin kavbátur frá fyrra heimsbardaga liggur við føroyska sjómarkið)
Í 1901 fingu Føroyar 3 fjórðingar fiskimark. Í 1961 var hetta flutt út á 12 fjórðingar og tann 1. jaunar í 1977 var tað so flutt út á 200 fjórðingar, sum vit kenna tað í dag.
Heili 10 týskir kavbátar, við heili 361 monnum, liggja innanfyri hesar 200 fjórðingar.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir kavbátarnar sum vóru søktir. Hvør søkti teir, og hvar teir liggja.

U-53, týskur kavbátur, sum bleiv søktur av bretska destroyarinum HMS Gurkha, tann 23/24 februar í 1940.
Kavbáturin liggur á 300-400 m dýpið sunnanfyri Føroyar.
Allir 42 mans umborð lótu lív.

U-99, týskur kavbátur, sum bleiv søktur av bretska sjóverjuskipinum HMS Walker og bretska destroyarinum HMS Vanoc tann 17. mars í 1941.
Tað eydnaðist at bjarga 40 av manningini, meðan tríggir av manningini lótu lív.
Kavbáturin liggur á 500-1200 m dýpið vestanfyri Føroyar.

U-100, týskur kavbátur, sum bleiv søktur tann 17. mars í 1941 av bretska destroyarinum HMS Vanoc.
Av teimum 53 monnunum umborð, yvirlivdu bert 6 av manningini.
Kavbáturin liggur á 1200 m dýpið vestanfyri Føroyar.

U-261, týskur kavbátur, sum bleiv søktur tann 15. september í 1942 av bretska bumbuflogfarinum Armstrong Whitworth A.W.38 Whitley.
Kavbáturin liggur á 1200 m dýpið sunnanfyri Føroyar.
Allir 43 av manningini lótu lív.

U-227, týskur kavbátur, sum bleiv søktur tann 30. apríl í 1943 av einum bretskum Handley Page HP.52 Hampden bumbuflogfarið.
Kavbáturin liggur á 2800-3000 m dýpið norðanfyri Føroyar.
Allir 49 av manningini lótu lív.

U-308, týskur kavbátur, sum bleiv søktur tann 4. juni í 1943 av bretska kavbátinum HMS Truculent.
Øll manningin, sum taldi 44, lótu lív.
Kavbáturin liggur á 3000 m dýpið 160 sjómíl í ein landnyrðing úr Føroyum.

U-417, týskur kavbátur, sum bleiv søktur tann 11. juni í 1943 av einum bretskum B-17 Flying Fortress flogfarið.
Allir 46 mans sum vóru umborð lótu lív.
Kavbáturin liggur á 350 m dýpið, í ein útnyrðing, miðskeiðis millum Føroyar og Ísland.

U-283, týskur kavbátur, sum bleiv søktur tann 11. februar í 1944 av einum kanadiskum Vickers Wellington bumbuflogfarið.
Allir 45 mans umborð á kavbátinum lótu lív.
Kavbáturin liggur á 800-1200 m dýpið vestanfyri Føroyar.

U-715, týskur kavbátur, sum bleiv søktur tann 13. juni í 1944 av einum kanadiska Consolidated Model 28 flogfarið.
Av teimum 52 umborð á kavbátinum, yvirlivdu 16 av manningini.
Kavbáturin liggur á 1200-1600 m dýpið í ein landnyrðing úr Føroyum.

U-1006, týskur kavbátur, sum bleiv søktur tann 16. oktober í 1944 av kanadisku fregattini HMS Annan.
44 av manningini komu frá hendingini við lívinum, meðan 6 mans lótu lív.
Kavbáturin liggur á 1000 m dýpið í ein landsynning úr Føroyum.

Keldir:
Wikipedia
Skipsvrak.fo
