B68 skrivar:
Vit fegnast um at kunna boða frá, at Karstin Hansen hevur skrivað undir við B68.
Hann kemur inn í hópin, nú Rasmus Nilsson fer niður í lestrarørindi. Karstin er ein royndur málverji, sum hevur umboðað bæði NSÍ og Skála, og kemur við drúgvum royndum inn í liðið.
Vælkomin út á Toftir, Karstin.