Lesarabræv
Karrierukvinnan og familjumaðurin
Einaferð var neyðugt at eyðmerkja hesi fólkini. Hann er ein familjumaður, hon er ein
karrierukvinna. Hesi orðini góvu eina mynd í høvdinum av, hvørji hesi fólkini vóru. Tey
øvugtu orðini; familjukvinnna og karrierumaður, finnast ikki. Tey vóru normurin, mamman
heima hjá familjuni, og maðurin í sínum yrki.
Javnstøða er góð fyri mannin
Menn tíma væl at vera pápar. Menn tíma væl at trilla barn sítt, spæla við barnið, ala barnið
upp. Ungir pápar í dag vilja javnstøðu. Teir vilja vera saman við sínum børnum. Møguliga
vilja teir eisini hava sama rætt til børn síni, sum mamman, um so er at tey fara hvør til sítt.
Einaferð, og tað er ikki langt síðani, helt mann tað vera løgið, at ein pápi trillaði.
Pápin hevur ongantíð verið einsamallur forsyrgari
Tíðin tá pápin var “einsamallur” forsyrgjari og kom heim til heitan døgurða á middegi og
troyttur heim til nátturða, er farin. Tann tíðin, tá maðurin var einsamallur forsyrgjari, hevur
ongantíð verið til. Kvinnan syrgdi fyri børnunum, kúnni, seyðinum og gomlu foreldrunum.
Soleiðis var samfelagið skipað tá, og hetta er einki at leingjast eftir. Hvørki hjá manni ella
kvinnu. Vit hava havt eitt stutt tíðarskeið á 10-20 ár, tá kúgvin ikki var partur av myndini. Tá
samfelagið varð skipað við dagstovnum og ellisheimum, kundi kvinnan fara út á
arbeiðsmarknaðin.
At skipa samfelagið til javnstøðu
Tjóðveldi virkar fyri javnstøðu, og hvørja ferð Tjóðveldi hevur verið í samgongu, batnar
javnstøðan. Hon batnar fyri mann og kvinnu. Tá ætlanin er at eyðmerkja meir barsil til
pápan, tosar andstøðan ímóti hesum við grundgevingini: frælsi hjá familjuni at velja. Og
hesi grundgeving stuðla nógvar kvinnur, tí hvør vil missa tíðina saman við barni sínum?
Minka um lønargjónna millum mann og kvinnu
Dømi eru um barsilsskipan frá grannalondunum, har 3 til 6 mánaðir eru eyðmerktir til
pápan. Foreldur kunnu skipa seg soleiðis, at tey eru heima saman og síðani hvør sær. Í
hesum londum er lønargjógvin minkað. Tað merkir ikki, at øll eru nøgd, tí eingin vil missa
nakað, hvørki inntøku ella tíð við barni sínum. Men tað merkir, at samfelagið gerst javnari
fyri mann og kvinnu, og barnið fær meiri tíð við pápanum.
Góðan altjóða kvinnustríðsdag – 8. mars!
Vit eru áhaldandi í royndarskipan, tí normurin broytist so hvørt, sum vit broyta virðini av
okkara tíð og leikluti. Tað er ikki neyðugt at eyðmerkja familjumannin ella karrierukvinnuna
longur. Tað er sett virði á arbeiði, sum fyrr var í heiminum. Tað er framvegis ein lønargjógv
millum menn og kvinnur, menn hava framvegis ikki sama rætt til tíðina við børnum sínum.
Tað er nógv at arbeiða fyri allar dagar í árinum, og eg vil virka fyri familju, samfelagi og
vinnu í javnvág fyri einum betri samfelag. Tíðin við børnunum er tann dýrabarasta.
Set X við Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, Tjóðveldi, listi E
