Sunda Kommuna
Karina Eidesgaard er sett í starv sum dagstovnaleiðari á dagstovninum við Kráir í Hvalvík og í frítíðarskúlanum við Margáir í Streymnesi.
Býráðið í Sunda kommunu samtykti á fundi tann 26. august 2024 at seta Karinu Eidesgaard í starv sum dagstovnaleiðari á dagstovninum við Kráir í Hvalvík og í frítíðarskúlanum við Margáir í Streymnesi.
Karina Eidesgaard er 43 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur starvast sum námsfrøðingur á Eiði frá 2010 til 2019 og hevur verið í starvið í Sunda kommunu síðani 2019.
Karina Eidesgaard byrjar í starvinum 1. september 2024 og Sunda kommuna ynskir henni blíðan byr í nýggja starvinum.
Sunda kommuna vil eisini nýta høvi at takka Unn Eldevig Petersen fyri tíðina sum dagstovnaleiðari í Sunda kommunu og ynskja henni blíðan byr í nýggja starvinum.
Deil á Facebook