Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.09.2025 17:30

Kári Sverrisson nýggjur kvøldskúlaleiðari

Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna hevur sett Kára Sverrisson í starv sum leiðara fyri Runavíkar kvøld- og ungdómsskúla.

Kári Sverrisson hevur læraraútbúgving, BA prógv í listarligum arbeiði, skeið í undirvísingarlæru fyri lærarar í frítíðarundirvísingini og skeið at undirvísa í børnum í talvi, School Chess Certificate frá European Chess Union. Kári hevur starvast sum fólkaskúlalærari síðani 2008 og sum kvøldskúlalærari síðani seinna helming av nítiárunum, serliga innan tónleika- og talvundirvísing.

Kári Sverrisson hevur drúgvar undirvísingarligar royndir umframt royndir at fyriskipa og samskipa bæði sum lærari, tónleikari og útgávufólk.

Kári Sverrisson tók við starvinum sum leiðari fyri Runavíkar kvøld- og ungdómsskúla tann 1. August 2025, og hevur farna mánaðin fyrireikað komandi kvøld- og ungdómsskúlaárið.

Komandi skeiðini eru løgd á heimasíðu kvøldskúlans, www.kurk.fo Tilmeldingin til kvøldskúlaárið 2025/26 letur upp mikudagin 1. oktobur kl. 18.00.