Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2022 09:54

Kári á Høvdanum dømt í U17 kapping

Mynd: Sergyo Bogdan

Ein av okkara dugnaligasta dómarum, Kári á Høvdanum hevur seianstu 10 dagarnir verið í Moldova, har hann hevur dømt í undankapping til EM endaspæl fyri U17 dreingir.

Jógvan Breckmann hevur eisini verið við á túrinum sum hjálpardómari meðan Kári á Høvdanum var dómari. Hini dómararoymini hava verið úr Moldova, Hvítarusslandi og Serbia.

Kappingin var skipa soleiðis, at í hvørjum bólki vóru 4 lið. Í bólkinum har føroyingarnir dømdu, endaði Týskland sum vinnari, Letland nr. 2, Slovakia nr. 3 og Moldova nr. 4.