Mynd: Strálan
Um ein hevur hug at rógva, so skipar Strálan á Strondum fyri einum tiltakið at fáa fólk at rógva komandi mánadag.
Møtt verður í bygdahúsinum mánakvøldið 16. januar kl 19.00.
Strálan hevur tvey seksmannafør og eitt fimmmannafar. Hjá barnaróðrinum 12-14 ár mugu foreldur hjálpa til. Til dømis skal tann sum stýrir vera 18 ár og eldri.
Strálan hava brúk fyri øllum góðum kreftum, fyri at at fáa gongd á kappróðurin á Strondum.
Umstøðurnar at venja eru góðar, sigur Strálan í fráboðan síni.
Deil á Facebook