Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.03.2026 21:52

Kappróðrarfelagið NSÍ havt aðalfund

Mynd: Kappróðrarfelagið NSÍ

Kappróðrarfelagið NSÍ

Týskvøldi 24. februar, var árligi aðalfundurin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ hildin.

Skráðin var sambært viðtøkum felagsins.

Eyðun Petersen varð valdur til fundarstjóra og Linda Lamhauge til skrivara til fundin.
Val av fundarstjóra og skrivara vóru einmælt góðkend.

Síðan helt Janus Knudsen sína fyrstu frágreiðing sum formaður í felagnum, brot úr henni kunnu lesast niðast í greinini.

Ársroknskapurin hjá felagnum var síðan lagdur framm og gjøgnumgingin av fundarstjóra, felagið hevði eitt sera jaligt úrslit.
Felagið skrivaði undir við ein høvuðsstuðul afturat í fjør og síðan vóru nógv tiltøk fyri felagið gjørd.

Roknskapurin varð einmælt góðkendur, og undirskrivaður.

Síðan varð tíðin komin til nevndarval, sitandi nevnd var:
– Janus Knudsen, formaður
– Jógvan Hendriksson Olsen, næstformaður
– Joan Lamhauge, Kassameistari
– Linda Lamhauge, Skrivari
– Eli Hansen, Nevndarlimur
– Signar Hansen, Tiltakslimur
– Bogi Olsen, Tiltakslimur
– Ingvard Hansen, Tiltakslimur

Navndarlimir Linda og Jógvan stóðu fyri valið, umframt at allir tiltakslimir hjá felagnum standa fyri valið hvørt ár.
Jógvan Hendriksson Olsen og Linda Lamhauge tóku við afturvali, men Eli Hansen hevði boða frá at hann tók ikki við afturvali.

Marin Petersen varð skotin upp sum valevni til nevndina og vald.

Tiltakslimir Bogi Olsen og Ingvard Hansen tóku við afturvali, meðan Signar hevði boða frá at hann tók ikki við afturvali.

Niklas Reinert Højgaard varð skotin upp sum tiltakslimur og valdur.

Nýggja nevndin skipaði seg soleiðis:

– Janus Knudsen, formaður
– Jógvan Hendriksson Olsen, næstformaður
– Joan Lamhauge, Kassameistari
– Linda Lamhauge, Skrivari
– Marin Petersen, Nevndarlimur
– Bogi Olsen, Tiltakslimur
– Ingvard Hansen, Tiltakslimur
– Niklas Reinert Højgaard, Tiltakslimur

Frá vinstru: Linda Lamhauge, Ingvard Hansen, Bogi Olsen, Jógvan Hendriksson Olsen, 
Joan Lamhauge, Janus Knudsen, Marin Petersen, Niklas Reinert Højgaard.

Aðalfundurin og nýggja nevndin takkaði fráfarandi nevnd fyri teirra framúr arbeiði.

Aðalfundurin endaði við at syngja fyrsta versi í tjóðsanginum.

Við róðrarkvøðu, Nevndin

Formansfrágreiðingin:

Árið 2025 hevur verið bæði spennandi og krevjandi fyri Kappróðrarfelag NSÍ. Síðani aðalfundin 14. januar skipaði nevndin seg, og hóast eg var nýggjur í leiklutinum sum formaður, hevur samstarvið í nevndini verið gott og virkið.

Vit hava havt 12 nevndarfundir. Ein av stóru uppgávunum í byrjanini var at fáa seksmannafarið Sølmund klárt til kapping. Jónleif Hansen tók sær hegnisliga av arbeiðinum, og báturin varð doyptur á flaggdegnum 25. apríl. Sama dag heiðraðu vit Eiler Lamhauge fyrrverandi formanni og handaðu Hans Petur Hansen gullnál frá ÍSF. Eisini kunngjørdu vit okkara trýára stuðulsavtalu við Navigare. Dagin eftir skipaðu vit fyri ódnartøkum í Runavík, har alt gekk uppá stás.

Á aðalfundinum hjá RSF høvdu vit, saman við ÍF Kappróðri og Tindi, eitt broytingar uppskot, har vit mæltu til at ein stevna avtrat bleiv býtt ímillum Runavík og Fuglafjørð. Bæði hetta og eitt uppskot hjá Kollfirðingum fullu.

Nevndin hevur havt samband við Runavíkar Kommunu og avvarandi av Saundypp um at fáa hetta flutt nakað so at atkomuviðurskiftini hjá bátunum vera betri.
Tað gongur ov seint, men gongd er í málinum frá nevndini.

Vit skulu skipa fyri Eystanstevnu í ár og Eyðun Petersen kemur aftur at vera leiðari á hesum, hann kemur at greiða eitt sindur frá hesum um eina løtu.

Á Ólavsøku í fjør høvdu vit 10 manningar við 6 bátum, vit eru stolt av at hava nógva umboðan hóast úrslitini vóru minni góð.

6 mannafør kvinnur Glyvrabáturin 2 pláss við 29 stigum (5 stevnur)
6 mannafør menn Sølmundur 3 pláss
5 mannfør kvinnur Tjaldrið 5 pláss við 25 stigum
5 mannafør kvinnur Spógvin 9 pláss
10 mannafør masters Eysturoyingur 6 stig 2 pláss
6 mannafør kvinnur masters Glyvrabáturin 3 pláss við 15 stigum
5 mannafør gentur 17-18 7 pláss 4 stig
5 mannafør dreingir 14-16 Ternan 9 pláss
5 mannafør gentur 14-16 Spógvin 7 pláss 14 stig
Barnaróður drengir Ternan 10 pláss við 4 stigum


Næstformaðurin Jógvan tók sær hegnisliga av venjingini ífjør. Hann væntar tó at vera sjóðmaður og vit valdi tí at finna ein nýggjan høvuðsvenjara fyri Kappróðrarfelagi NSÍ.

Tann 18 des skrivaðu vit undir sáttmála við Svein Rógva Ljósstein Nielsen. Rógvi er ein
royndur rógvari og venjari og kennir alt til kapprógving. Vit eru sera stolt og spent at hava
fingið hann til felagi.

Vit hava eisini tikið stig til at avmarka óviðkomandi nýtslu av neystinum, vit hava ábyrgd av innbúgvi og bygningi. Ein lyklaboks við chippi er sett upp, og hetta hevur loyst trupulleikan nøkulunda.

Av øðrum kann nevnast at vit hava fingið eina nýggja heimasíðu www.kappnsi.fo. Hetta halda vit er tíðarhóskandi, Marin hevur hjálpt við uppsetanini av henni.

Eg fari at takka fyri árið 2025 og vit síggja fram til eitt gott og spennandi 2026.

Janus Knudsen.