Í kvøld hevði sløkkiliðið í Eysturkommunu brandvenjing á Kráatanga í Leirvík.
Tað tók bert uml. 10 minuttir, frá tí at eldur varð settur í húsvognin (campingvognin), inntil hann varð niðurbrendur.
Hetta bleiv gjørt fyri at kannað hvussu skjótt ein húsvognur brennur, nú tað alsamt gerast fleiri og fleiri húsvognar í Føroyum, og vísa á hvussu vandamikið tað er við tílíkum vognum í sambandi við brunatrygd, tá ið fleiri m.a. standa tætt saman á t.d. festivaløkjum og aðrastaðni.
Video: Eyp.fo