Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.12.2025 10:27

Kann Miðflokkurin snáva um tinggáttina?

Jenis av Rana hevur sitið á Tingi síðani 1994. Mynd: Wikimedia Commons

Sámal Sunnudag

Miðflokkurin hevur verið fast inventar á Tinghúsvegi 1 síðani flokkurin á fyrsta sinni kom á Ting í 1994 – í ringastu krepputíðum.

Flokkurin var tá eitt slag av mótmælisflokki: ein kristiligur flokkur við einum sosialum profili – eitt slag av kristnum sosialdemokratii.

Upp gjøgnum 90’ini vóru bæði Miðflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin umboðaðir á Løgtingi, men Kristiligi Fólkaflokkurin minkaði javnt og samt, til at partar av flokkinum fóru upp í aftur Fólkaflokkin, haðani hann upprunaliga spratt – tá undir navninum Framburðsflokkurin.

Seinastu árini hevði hann hábærisliga navnið Kristiligi Fólkaflokkurin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur ella KrFFFF. Flokkurin snávaði í 1998 og stillaði ikki uppaftur – tó at hann hevði ein býráðslim í Klaksvíkar kommunu fram til 2004.

Les alla greinini her