Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.05.2024 10:32

Kampus eitt fet nærri

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum,  fegnast um, at Løgtingið hevur samtykt løgtingslóg um prosjektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya. 

Nýggi felagsbygningurin er kjarnin í eini yvirskipaðari ætlan um at savna alt virksemi hjá Fróðskaparsetrinum í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling.

Nýggi felagsbygningurin verður uml 8.000 m2, og skal millum annað rúma bólkarúmum, lesisali, krókum til hugsavnan v.m., soleiðis at fortreytirnar fyri einum livandi lestrarumhvørvi gerast so góðar sum møguligt.

Umframt hetta vera tað eisini samkomuhallir til felagstiltøk, skrivstovur, fundarhølir o.a í bygninginum. Til prosjekteringina verða játtaðar 31 mió. kr, og skal hon eftir ætlan verða liðug í 2025, soleiðis at bygging kann fara í gongd í 2026.

Eisini fegnast landsstýrismaðurin um, at høvuðsumvælingin og nútímansgerðin av hølunum hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum kann halda fram. Verklagslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum er samtykt við einum samlaðum fíggjarkarmi á 37 mió. kr.

Lon 5 verður umvæld í løtuni, og Løgtingið hevur játtað, at ein heildarætlan verður gjørd, sum umfatar allar lonirnar á Frælsinum.

Tað er at gleðast um, at Setrið um ikki so langa tíð fer at hava nútímas høli at húsast í.