Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.07.2023 11:42

Kaj Leo skift felag

Mynd: Fótbólti.net

Gøtumaðurin, Kaj Leo í Bartalsstovu, sum fyrr í ár skifti til Leiknir í næstbestu deildini í Íslandi, hevur nú skriva undir sáttmála við Njarðvík, sum spælir í somu deild, fyri restina av kappingarárinum.

Njarðvík skifti nýliga venjara, og nýggur venjari er Gunnar Heiðar Þorvaldsson, sum leikti saman við Kaj Leo í ÍBV har teir vunnu íslendsku steypakappingina saman í 2017.

Kaj Leo skal royna at hjálpa Njarðvík undan niðurflyting. Felagið liggur í løtuni á næstaftasta plássið við 8 stigum, meðan tað eru 5 stig upp til bjargingina, har Selfoss í løtuni liggur.

Fyrsti dystur hjá Kaj Leo er longu í morgin, tá ið Njarðvík á heimavølli tekur ímóti Grindavík.